Tíðindi

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

15. feb 2024

VIKA 6: KROPPUR OG SKÍGGJAR

Sára Gullfoss og Karin Gaardlykke eru skúlaheilsufrøðingar í Skúlanum á Fløtum. Í sambandi við viku 6 høvdu høvdu tær tiltak 3. og 4. tíma í gjár á háslættanum fyri næmingunum  í 8. flokki. Evnið var kroppur og skíggjar, ”tann rætti kroppurin” og ávirkanin,  tey ungu er fyri á sosialu miðlunum.
 


Nógv partsevni og fleiri spurningar vóru umrøddir:

  • Kropsidealir, hvussu ymisk tey eru alt eftir tíð og staði
  • Hvussu tey kendu definera, hvat er ”tað vakra”, hvat er ”rætti kroppurin”
  • Móti
  • Kropsidealið í søguligum høpi, munurin millum fyrr og nú
  • Fyrimunir og vansar við alnótini
  • Tankar og kenslur í kynsbúningini
  • At fyrihalda seg kritiskt
  • Allir kroppar eru ymiskir – arvur hevur nógv at siga
  • Tú ert nógv meira enn bara ein kroppur og útsjónd
  • Hevur tú kanna títtt ”feed”? ”Unfollow” fólk og bólkar, ið geva tær ringa samvitsku?
  • Hvussu nógva tíð og orku nýtir tú upp á kropp og útsjónd?
  • Ert tú á sama liði sum kroppurin ella ein mótleikari?
  • Sært tú, hvat kroppurin dugir – eisini um hann er sunnur og frískur ella bara, hvussu hann sær út?
  • Gert tú nakað, sum ger teg glaðan /glaða?
  • Hvat virði hevur kroppur tín?
  • Hvussu nógv fyllir kropsmyndin í mun til sjálvsmyndina?
  • Hvat skal til fyri at broyta títt ”mindsett”?
     

Skúlaheilsufrøðingarnir siga m.a. soleiðis:
 
Børn og ung hava altíð samanborið seg við onnur, men í dag er henda samanberingin ikki bara í skúlagarðinum ella í svimjihøllini. Nú fer hon fram allan sólarringin, meðan børn og ung eru á snildfonini, á øðrum skíggjum ella ferðast á sosialu miðlunum.
 
Kropsideal er mynd av tí kroppi, sum er móti. Tað broytist alt eftir, hvar í heiminum, vit eru stødd og tíðini, vit liva í. Kropsidealið er ofta allýst av teimum  kendu fólkunum ella teimum, vit møta á skíggjunum: tiktokarar, sjónleikarar, fótbóltsleikarar, tónleikarar o.s.fr. 
 
Kendasta kropsidealið í venjingarheiminum er ein væl vandur kroppur uttan eyka feitt. Men við sosialu miðlunum síggja vit  alsamt  fleiri ymisk kropsideal – tað skiftir skjótari og varierar millum ymsar mentanir og aldursbólkar. Idealið er í áhaldandi broyting og okkurt ideal ger upp við okkurt annað, tey kunnu verða mótsigandi og skiftini eru skjót frá einum ideali til annað.
 
Við so skiftandi kropsidealum kann ein koma til at jagstra nakað, har málið alla tíðina verður flutt. Børn og ung verða alla tíðina noydd til at taka støðu til, hvat tey vilja, og tað leggur óneyðugt trýst á tey viðvíkjandi teirra útsjónd. Hetta kann føra til,  at barnið ella tann ungi verður misnøgdur við egnan kropp og fær trupulleikar við sjálvsvirðinum. Trivnður sum heild kann  ávirkast nógv,  eisini sjálvsálit, vælvera eins og seksualitetur.
 
Til alla lukku eru tað tó nógv ung, ið væl megna at stýra gjøgnum hendan heimin á ein haldbaran hátt. Tey finna skilagóða javnvág at trívast við egnum kroppi, at vera sunn og hvíla í egnum seksualtiteti.
 
Sum foreldur er tað okkara uppgáva at hjálpa barninum og tí unga at fáa eitt kritiskt filtur, at duga at gagnmeta tað, ið gongur fyri seg á sosialu miðlunum. Tað er okkara uppgáva at tosa við barnið og tann unga um tað, tey møta á alnótini, tí tað kann verða stuttligt og uttan trupulleikar, men tað kann eisini verða trupult og fult av tvístøðum.
 
Vit skulu vísa teimum á:

  • At allir kroppar eru ymiskir – arvur hevur nógv at siga!
  • At tey eru nógv meir enn bara ein kroppur og útsjónd
  • At tað er gott hugskot at lata vera við at fylgja fólki ella vera í bólkum á sosialum miðlum, ið geva einum ringa samvitsku.
  • At tað besta er at vera á sama liði sum kroppurin og ikki at vera ein mótleikari?
  • At tey skulu leggja til merkis, hvat kroppurin dugir - eisini um hann er sunnur og frískur heldur enn bara at síggja, hvussu hann sær út?


Tað hevur týdning, at vit leypandi tosa við barnið og tann unga um tað, tey síggja á skíggjanum. At byrja eina samrøðu kunnu vit sum dømi seta  hesar spurningar:

  • Hvat eru sosialir miðlar fyri nakað?
  • Veist tú nakað um redigering av myndum?
  • Hvat merkir ein algoritma?


 Tú kann biðja  barnið og tann unga um at síggja teirra “feed”, at síggja hvørjum tey fylgja á t.d. Tik Tok ella Snapchat. Set ítøkiligar spurningar um tað, tit síggja saman.
  
Lat barnið og tann unga reflektera,  heldur enn at geva teimum “rætta svarið”.  Soleiðis læra  tey seg at nýta tað kritiska filtrið.
 
Myndir: JVÚ&SÁG
Kelda: Skúlaheilsufrøðingarnir á SáF
 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar