Tíðindi

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

28. feb 2024

MOTORLÆRA: SPENNANDI OG LÆRURÍKT

Jens Mortan er lærari í maskinlæru. Hann hevur hesa frásøgn um, hvussu tey arbeiða:

 
Í motorlæru hava næmingarnir nógv ymist at takast við. Tá vit byrja er uppgávan ofta at gera uppur úr jarni. Teir læra at handfara ymisk amboð til jarn, so sum jarnsag, vinkulslípara og sveisitól. Seinni fáa næmingarnir ymisk annað at gera,  og beint nú eru serliga tvær uppgávur á skránni.
 
Ein teirra er at skifta legur í eini kondisúkklu, tvs. at skrúva súkkluna sundur, trekkja leiið av og seta eitt nýtt í. So er seta súkkluna saman, so hon kann nýtast  aftur.
 
Onnur er at  gera skutarauppgávana: Næmingarnir hava longu  fingið skutaran at fara ígongd, men kápan er illa brotin. Hon verður umvæld við glasfibur;  eitt vanligt brot er umvælt, og klárt at pussa. Hitt brotið er eitt sindur meira teknist, tað er eitt festi til eina skrúvu, ið heldur kápuni saman.
 
Uppgávurnar eru sera spennandi, tí í báðum førum elva tær til so munandi ábøtur, at kondisúkklan og skutarin kunnu brúkast aftur.
 
Tekstur og myndir: JMR

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar